Mannagongdir á skjótibananum

 

Áðrenn farið verður at skjóta, skulu netini hangast upp!
Um so er, at netini ikki fáast upp av ov nógvum vindi, skal ikki skjótast!

 

Tá liðugt er at skjóta skulu

  • maskinurnar fyllast aftur,
  • netini takast niður og
  • banin ruddast.

 

Tað er sera umráðandi at fáa

  • allar propparnar úr fjøruni,
  • rudda væl uttan fyri hegnið,
  • tøma kurvarnar fyri patrónir og
  • taka posan við patrónunum við niðan til húsið.

 

Vinarliga
Nevndin