SkeetLayout

Skeet skjóting



Breytin hevur 8 skjóti pláss. 7 pláss eru uppstillað í einum stórum hálvmána, og eitt er inni á miðjuni millum bæði tornini. Pláss er 6 skjúttum samstundis á bananum.

Tað eru tvey skjótitorn, har dúgvurnar blíva kastaðar út frá. Tornini verða kalla "tað høga tárni" og "tað lága torni". Maskinurnar við dúgvunum stand stillar. T.v.s. at dúgvan flýgur sama stað hvørja ferð maskinan kastar hana út.

Tað verður skoti eftir 25 dúgvum í hvørjum rundað. Ein flytur seg eftir plássunum frá vinstru til høgru ( 1 – 7 ) og síðan inn á miðjuna. Mynd av breytini sæst her.

Dúgvurnar skulu skjótast soleiðis:

Pláss 1: 1 høg + 1 dupult ( høg + lág )
Pláss 2: 1 høg + 1 dupult ( høg + lág )
Pláss 3: 1 høg + 1 dupult ( høg + lág )
Pláss 4: 1 høg + 1 lág
Pláss 5: 1 lág + 1 dupult ( lág + høg )
Pláss 6: 1 lág + 1 dupult ( lág + høg )
Pláss 7: 1 dupult ( lág + høg )
Pláss 4: 1 dupult ( høg + lág ) + 1 dupult ( lág + høg )
Pláss 8: 1 høg + 1 lág

Loyvt er at skjóta eitt skot eftir hvørjari dúgvu.
Skjúttin skal standa við byrsuni niðri. T.v.s. í ikki klárari skjótistøðug við at skafti á byrsuni er áraka mjødnina. Tá skjúttin rópar klárur trýstur dómarin á ein knøtt. Tað ganga millum 0 – 3 sek. Innan dúgvan verður kasta avstað. Tá dúgvan er kastað avstað kann ein taka byrsuna upp og lata skoti av.

Til kappingar er vanligt at skotið verður eftir 75 dúgvum. Skjúttin við flest raktum dúgvum eftir 75 dúgvur hevur vunnið.