Samandráttur av ISSF-kappingarreglunum fyri skeet

Mannagongd

  • Allir skjúttar í bólkinum savnast við pláss 1 við allari neyðugari útgerð í góðari tíð, áðrenn umfarið byrjar.
  • Aftaná, at nøvnini eru lisin upp og skjúttarnir hava sæð dúgvurnar (fyrsta umfar), stýrir dómarin allari skjótingini og gevur boð, nær byrjast skal.
  • Eingin skjútti má fara á plattin, fyrr enn tað er hansara túrur at skjóta, og undanmaðurin er farin av plattinum.
  • Eingin skjútti má fara víðari til næsta platt, fyrr enn allir hava skotið.
  • Tá dómarin hevur givið boð um at byrja, ella skjúttin frammanundan er farin av plattinum, hevur skjúttin 15 sekund til at gera alt klárt og rópa eftir dúgvuni. Um tað skal skjótast meira á plattinum, skal rópast eftir næstu dúgvuni í seinasta lagi 12 sekund aftaná seinasta skotið.
  • Tá skotið verður á 8. platti, stendur dómarin umleið 5 metrar frá plattinum, og skjúttarnir stilla seg á rað aftanfyri dómaran. Skjúttin, sum hevur skotið eftir høgu dúgvuni, skal venda sær við klokkuni móti lága torninum. Tá hann er liðugur, stillar hann seg aftast í røðini, til allir hava skotið.
  • Á platti 8 má bert løðast við einari patrón, meðan løðast skal við tveimum patrónum á platti 4 (til einkultu dúgvurnar). Hevur skjúttin gloymt at løða og ikki varnast hetta, áðrenn skotið er ella rópt verður eftir fyrstu dúgvuni, er dúgvan mist.
  • Er ein dúgva brotin (ella báðar), kann skjúttin biðja um at sleppa at síggja eina nýggja dúgvu (einkulta ella dupulta), áðrenn skotið verður aftur; men bert um hann ikki hevur skotið eftir brotnu dúgvuni.
  • Verður skjótingin steðga í meira enn 5 minuttir orsakað av tekniskum trupulleikum, sum skjútti ikki hevur ábyrgdina av, kann bólkurin síggja eina royndardúgvu úr hvørjum torni.
  • Tað er bert loyvt at taka byrsuna upp og "sikta" á platti 1.
  • Dúgvur, sum flúgva øðrvísi, enn roknast kann við, verða dømdar óregluligar (dómarin ger av).
  • Í klárstøðu, skulu báðir føtur vera inni á plattinum, skeftið á byrsuni haldast í "kontakt" við kroppin, og niðari spíssur á skeftinum koma niður á "merkið", undirkant á alboganum.
  • Um skjúttin skjýtur, tá hann ikki eigur tørn, verður úrslitið noterað, og ávaring givin (gult). Næstu ferð í sama umfari, verða dúgvurnar dømdar mistar, og fráboðan latin kappingarnevndini (kann geva diskvalifisering – reytt)

Skjúttin kann avvísa eina dúgvu, tá:

  • dúgvan ikki verður send stundisliga,
  • dúgvurnar ikki verða sendar samstundis,
  • skjúttin er sjónliga forstýraður, og
  • tá dómarin er samdur í, at dúgvan ikki fleyg, sum hon átti (skeiva leið)
  • Skjúttin mótmælir við at opna byrsuna og rætta armin upp, og dómarin tekur síðan støðu.

"Nýggj dúgva"

  • dúgva, sum ikki verður send sambært reglunum,
  • tað er altíð dómarin, sum tekur avgerð um hetta.
  • skjótast skal umaftur, tá dómarin sigur tað, uttan mun til, um dúgvan er rakt ella ikki.
  • dómarin skal royna at døma "nýggja dúgvu", áðrenn skotið verður.

"Nýggj dúgva/dúgvur" skulu dømast, hóast skjúttin hevur skotið, tá:

  • dúgvan var brotin
  • dupult dúgvur koma ístaðin fyri einkulta
  • dúgvan kemur úr skeivum torni
  • skjúttin ikki stendur rætt, og hann ikki hevur fingið ávaring frammanundan í sama umfari (geva ávaring)
  • skjúttin ikki heldur seg innanfyri loyvdu tíðina
  • tá dómarin heldur, at skjúttin verður sjónliga forstýraður, aftaná at hava "rópt"
  • tá dómarin eftir at hava tosað við síðudómarar, ikki er førur fyri at gera av, um dúgvan/dúgvurnar eru raktar, mistar ella óregluligar.
  • tá byrsa ella patrón ikki rigga, sum tær eiga.

"Nýggj dúgva/dúgvur" skulu dømast, tá skjúttin ikki hevur skotið, um:

  • dúgvan verður send, áðrenn skjúttin "rópar"
  • dúgvan verður send, aftaná at 3 sekund eru gingin
  • dúgvan flýgur óregluliga
  • tá byrsa ella patrón ikki rigga, sum tær eiga.

Ískoytisreglur um "nýggjar dúgvur" (bert fyri dupultar):

Dømast skal "nýggjar dúgvur" fyri báðar:

  • tá onnur dúgvan er óreglulig (sí viðm.)
  • tá ein dúgva kemur ístaðin fyri dupultar
  • tá báðar dúgvur verður raktar í einum skoti (3. ferð á hvørjum platti, verður fyrsta dúgvan dømd rakt og seinna mist)
  • tá brot frá fyrru dúgvuni bróta seinnu dúgvuna
  • tá dúgvurnar stoyta saman
  • tá byrsa ella patrón ikki rigga, sum tær eiga
  • tá bæði skotini ganga av í senn.

Viðm. Uttan so, at dómarin beinanveg dømir "nýggjar dúgvur", kann skjúttin ikki mótmæla, tí at dúgvan kemur ov skjótt/seint ella flýgur óregluliga, um skotið er eftir aðrari dúgvuni.

Finalumannagongd:

  • 6 skjúttar koma í finaluna. Um neyðugt verður shoot-off hildið á 4. platti at finna finalistar.
  • Kasta verður lut um startraðfylgjuna. Allir skjúttar byrja aftur frá 0 dúgvum.
  • Skotnar verða 16 dúgvur; ein "vanlig" dupult og ein "øvut" dupult á platti 3, 4, 5 og 4.
  • Fýra skjúttar koma víðari; nr. 3 og 4 fara í bronsufinaluna og 1 og 2 í gullfinaluna.
  • Er neyðugt við shoot-off, fer hetta fram á platti 3, 4, 5, 3 osv. við vanligari/øvutari dupultari
  • Eru brek við byrsuni í finalunum, fær skjúttin 3 minuttir at umvæla ella fáa til vega aðra byrsu. Ber hetta ikki til, má hann fara úr finaluni (úrslitið stendur).
  • 2 teknisk brek eru loyvd í finaluni íroknað evt. shoot-offs. Framhaldandi teknisk brek verða dømd mist.