Úttøkan 2018


Úttøkukappingarnar eru sambært yvirlitinum frá skjótisambandinum og eru tað 75 tær fyrstu dúgvurnar, sum
telja við. Úttøkutíðarskeiðið til bruttohópin byrjar tá fyrsta úttøkukappingin er í Føroyum og endar fyrra dagin í
FM í ávikavist skeet og trap.

Seks skjúttar verða úttiknir í ein bruttohóp við at telja saman raktu dúgvurnar í trimum teimum bestu
kappingunum. Hesir seks skulu skjóta fýra eyka úttøkukappingar (75 dúgvir) í februar, mars og í apríl.
Samanlagt tvær tær bestu av hesum kappingum avgerða hvørjir skjúttar skulu umboða Føroyar til
Oyggjaleikirnar í 2019. Tveir skjúttar verða úttiknir í hvørjari grein.

Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt
eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu síðani næstbestu o.s.fr. Hugt verður
bert at teimum kappingum og rundum sum telja við í úttøkukappingini. Henda regla verður eisini brúkt til tær
eyka úttøkukappingarnar um várið 2019.

 

Kappingarnar her heima:
Her eru allar opnar kappingar, har skotið verður minst tríggjar samanhangandi rundur, galdandi fyri úttøkuna
til Oyggjaleikirnar.
Skeet verður skotið eftir galdandi ISSF reglum og Trap eftir galdandi ABT reglum ella OL-Trap reglum á ABT
breytum.

 

Kappingar uttanlanda:
Treytinar fyri at kappingar uttanlanda telja við sum úttøkukappingar eru:

1. Kappingin er í somu grein og eftir somu reglum sum her heima, soleiðis sum víst er á omanfyri
2. Sum úttøkukapping í Trap, telja kappingar í OL-Trap eftir galdandi ISSF reglum eisini við
3. Áðrenn fari verður til kapping uttanlanda, skal SkF hava boð um hetta, um kappingin skal telja við sum
úttøkukapping.
4. Í mesta lagi tvær kappingar uttanlands kunnu telja við í oyggjaleikaúttøkuni.

 

Yvirlitið yvir eyka úttøkukappingarnar í 2019:

Fyrsta kappinging 2. februar (møguliga 1. ella 3.)
Onnur kappinging 23. februar (møguliga 22. ella 24.)
Triðja kappinging 16. mars (møguliga 15. ella 17.)
Fjórða kappinging 13. apríl (møguliga 12. ella 14.)
Um ikki viðrar leygardag, so skilar SkF sær rætt at flyta kappingina til fríggjadag ella sunnudag. SkF vil fegin
avgreiða kappingarnar á øllum skjótibreytunum í landinum, men skilar sær kortini rætt til, at leggja
kappingarnar har bestu veðurlíkindini eru.


Føroya Cup
Nakrar kappingar í 2018 er sokallaðar Føroya Cup kappingar sambært kappingaryvirlitinum (allar almennar
kappingar)
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu fýra
kappingum alt kappingarárið. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er
framvegis javnt verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu síðani
næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum skjúttin brúkar í FC samanteljingini.

1. vinningur 5.000 kr.
2. vinningur 3.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.


Kvalifikatón til FM
Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18. Tilmeldingin endar kl. 20.00 hósdagin frammanundan kappingini.
Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum
úttøkukappingunum í kappingarárinum. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu
kapping. Er framvegis javnt verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu
síðani næstbestu o.s.fr.

Finalurnar í Skeet vera skotnar eftir galdandi ISSF reglum og finalurnar í Trap vera skotnar eftir galdandi OLTrap
reglum (eisini á ABT breytum).

1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum
kappingum. Man er unglingi til man fyllir 26 ár.


Vinningar til FC og FM skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des 2019. Vinningarnir skulu nýtast
skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal
góðkenna hvat vinningurin skal nýtst til.


FM Liðkappingin
Skipað verður aftur í ár fyri liðkapping. Reglurnar eru á serligum skjali fyri liðkappingarnar.


Reglurnar eru samtyktar á nevndarfundi hjá SkF 31. januar 2018


Vegna
Skjótisamband Føroyar (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.